FM fyri ung verður 7.- 9. september

Skrivað hevur

Komandi vikuskifti 7. sept. til 9. sept. verður FM ung hildið á Tórsbreyt. Kappingarnar byrja fríggjakvøldið tá rimarenningar verða avgreiddar. Byrjað verður aftur við kappingunum leygarmorgunin kl. 11.00 og sunnudagin kl. 13.00. Sunnudagin verður tó byrjaður við siðabundnu skrúðgonguni kl. 12.30.

Tilmeldingin liggur klár her á síðuni í morgin. Freistin at melda til er týskvøldið 4. september kl. 23.00 !

Kostnaður kr. 30 fyri hvønn start og verður rokning send feløgunum eftir lokið FM.

Væntast kann at brúk verður fyri upp ímóti 250 dómara- og hjálparfólkatímum íalt. Tað plagar at gangast væl við dómarum og hjálparfólkum og tað vóna vit sjálvandi aftur í ár. Ein tilmelding verður gjørd til tað.

Greinarnar í ár eru hesar:
8-9 (09-10): 60m, 400m, longd, bólt og kúla = 5 greinar
10-11 (07-08): 60m, 300m, 600m,  longd, bólt og kúla = 6 greinar
12-13 (05-06): 80m, 300m, 600m, 60/80m rim, longd, hædd, kúla og spjót = 8 greinar
14-15 (03-04): 100m, 300m, 800m, 80/100m rim, longd, hædd, kúla, skjót og klingra = 9 greinar
16-17 (01-02): 100m, 400m, 800m, 100/110m rim, longd, hædd, kúla, spjót og klingra  = 9 greinar
18-19 (99-00): 100m, 400m, 800m, 100/110m rim, longd, hædd, kúla, spjót og klingra  = 9 greinar

Í spurti verða innleiðandi riðlar runnir leygardagin og finalurnar sunnudagin.

Í langspurti (300m og 400m) verður bólkað í a-finalu og b-finalu og verður tíðin avgerandi.

Í teknisku greinunum hjá aldursbólkunum 8-9, 10-11 og 12-13 fáa allir íðkarar tríggjar royndir. Í bólkinum 14-15 fáa tey fýra royndir. Bólkarnir 16-17 og 18-19 fáa øll fyrst tríggjar royndir og seks tey bestu fáa so tríggjar eyka royndir.

Fríggjadagin verður kappast í hesum greinum:
12-13: 60m gentur/80m dreingir rimarenning
14-15: 80m gentur/100m dreingir rimarenning
16-17: 100m gentur/110m dreingir rimarenning
18-19: 100m gentur/110m dreingir rimarenning

Leygardagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 60m innleiðandi, longd og bólt
10-11: 60m innleiðandi, 600m, longd, bólt og 4x100m
12-13: 80m innleiðandi, 600m, hædd, spjót og 4x100m
14-15: 100m innleiðandi, 800m, hædd, spjót, klingra og 4x100m (14-19)
16-17: 100m innleiðandi, 800m, longd, spjót, klingra og 4x100m (14-19)
18-19: 100m innleiðandi, 800m, longd, spjót, klingra og 4x100m (14-19)

Sunnudagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 60m finala, 400m, kúla og 4x200m blandað
10-11: 60m finala, 300m, kúla og 4x200m blandað
12-13: 80m finala, 300m, longd, kúla og 4x200m blandað
14-15: 100m finala, 300m, longd, kúla og 1.000m boðrenning (14-19)
16-17: 100m finala, 400m, hædd, kúla og 1.000m boðrenning (14-19)
18-19: 100m finala, 400m, hædd, kúla og 1.000m boðrenning (14-19)

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*