Home Kast FM í kasti 5-kamp og vektkast 18. august

FM í kasti 5-kamp og vektkast 18. august

by hziska

Seinasta kapping innan kast í hesum kappingarárinum verður á kastivøllinum við Eysturskúlan leygardagin 18. august.

Tað snýr seg um kappingina um føroyameistaraheitið innan kasti 5-kamp og vektkast á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn. Kasti 5-kampurin umfatar tær fimm kastigreinarnar innan frælsa ítróttin: hamarkast, kúlustoyt, diskuskast, vektkast og spjótkast. Longdin, sum kasta verður í hvørjari grein, verður umroknað eftir altjóða stigatalvu, og síðan verður talt saman fyri at finna vinnaran í kasti 5-kampinum. Vinnarin í vektkast verður samstundis føroyameistari í tí greinini. Kappast verður við reiðskapinum hjá vaksnum, tvs (k/m) hamar: 4.0/7.26 Kg, kúlu: 4.0/7.26 Kg, diskus: 1.0/2.0 kg, vekt: 9.072/15.89 kg og spjót: 600/800 g.

Luttakara kunna luttakað í einstøkum greinum um ynski er um tað, tó skulu allar greinar gjøgnumførast fyri at fáa eitt úrslit í kasti 5-kampinum.

Meldast kann til kappingina á hziska@athletics.fo ella 213775 (gjarna um sms). Minst til at viðmerkja: fornavn, eftirnavn, árgang, felag. Seinasta freist at melda til er mikudagin 15. august. Einans limir í feløgum innan FÍF kunna gerast føroyameistara.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

hziska 18.08.07 - 08:18

Sjey luttakara (3 kvinnur og 4 mans) hava melda til kappingina sum byrjar kl. 14.00

Comments are closed.