Frælsur Ítróttur Føroya fer 20. juni undir Grand Prix kapping fyri børn og ung í frælsum ítrótti. Kappingin fevnir um trý umfør. Í hvørjum umfari verður kappast í einum spurtteini og einum miðteini í renning og í kúlukasti.
Fyrsta umfarið verður á Svangaskarði mikukvøldið 20. juni. Hini umførini vera á Svangaskarði mikukvøldið 18. juli og mikukvøldið 22. august. Um økið til frælsan ítrótt í Havn er liðugt til seinasta umfar, verður tað flutt til Havnar.
Kappast verður í hesum bólkum:
Gentur 10-11 ár (fødd 1996-97)
Dreingir 10-11 ár (fødd 1996-97)
Gentur 12-13 ár (fødd 1994-95)
Dreingir 12-13 ár (fødd 1994-95)
Gentur 14-15 ár (fødd 1992-93)
Dreingir 14-15 ár (fødd 1992-93)
Gentur 16-17 ár (fødd 1990-91)
Dreingir 16-17 ár (fødd 1990-91)
Úrslitið hjá hvørjum einstøkum verður sett inn í eina stigatalvu hjá IAAF og DAF. Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir miðal av tveimum teimum bestu umførunum í stigum, sum íðkarin hevur fingið.
Sí kappingarreglurnar undir “Reglur” ovast ella beinleiðis við at trýsta her.
Nærri verður kunnað um fyrsta umfar ein av fyrstu døgunum.