Mikukvøldið 22. august 2007 verður triðja og seinasta umfar av Grand Prix kappingini fyri ung. Kappingin verður á Svangaskarði, og byrjað verður kl. 19.30. Endaliga skráin verður lýst seinni her á síðuni.
Fyri at vera við í kappingini um heiðursmerkini, skal luttakari hava verið við í tveimum av teimum trimum kappingunum. Endaliga úrslitið er miðaltalið av tveimum teimum bestu úrslitunum í hvørjari grein sær – spurti, miðteini, ella kasti. Víst verður til reglugerðina fyri kappingina, sum finst her.
Mikukvøldið verður kappast í hesum greinum:
Gentur 10-11 (f. 1996-1997) 200m, 1.000m, Kúla
Dreingir 10-11 (f. 1996-1997) 200m, 1.000m, Kúla
Gentur 12-13 (f. 1994-1995) 200m, 1.500m, Kúla
Dreingir 12-13 (f. 1994-1995) 200m, 1.500m, Kúla
Gentur 14-15 (f. 1992-1993) 400m, 2.000m, Kúla
Dreingir 14-15 (f. 1992-1993) 400m, 2.000m, Kúla
Gentur 16-17 (f. 1990-1991) 400m, 2.000m, Kúla
Dreingir 16-17 (f. 1990-1991) 400m, 2.000m, Kúla
Um onkur hevur hug at rokna, hvussu skjótt skal rennast, ella hvussu langt skal kastast, fyri at betra um samlaða úrslitið, verður víst til hesa síðuna (Excel-fíla).
Tilmelding fer fram her á síðuni, og á staðnum hálvan tíma undan kappingarbyrjan.