Hetta kappingarárið hevur Hvirlan regluliga skipað fyri opnum kappingum á Tórsbreyt. Seinasta kapping í røðini verður leygardagin 4. september kl. 10.00. Kappast verður í diskoskasti, hæddarlopi og trístøkki.
Vegleiðandi skrá: (BERT vegleiðandi, tí farið verður frá grein til grein, so hvørt tær eru lidnar)
- 10.00 Diskoskast
- 10.45 Hæddarlop
- 11.30 Trístøkk
Meldast skal til við at senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo og upplýsa navn, føðiár, felag, greinar og møguliga ársbesta ella persónligt met. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50,-
Øll eru vælkomin!
1 comment
Good luck! 😀
Hopi at nógv melda seg til ella koma at hyggja! Verður super 🙂
Comments are closed.