Home Kast Hvirluungdómur á venjingarlegu í Svøríki

Hvirluungdómur á venjingarlegu í Svøríki

by Hallur Holm

Eins og tey bæði seinastu árini er Hvirlan aftur í ár farin á venjingarlegu í Svøríki við ungdómsbólkinum. Hvirlan er vinarfelag við vertirnar úr svenska býnum Vaxjø, har tey hava eina kempistóra innandurahøll til frælsan ítrótt – eisini til tey longu køstini!

Hesar dagarnar meðan tey eru í Svøríki fara tey at venja saman við svenskum íðkarum og teirra venjarum. Hvirlan sigur á heimasíðu síni, at hetta er við til at geva føroysku íðkarunum og ikki minst venjarunum nýggjan íblástur til komandi venjingar. Nú tey fara at venja innandura má eisini sigast at vera stak hugaligt hjá Hvirlunum at kunna hugsavna seg um sjálvt kastið, heldur enn teir nógvu kastivindarnar á Tórsbreyt, sum hava ein keðiligan óvana við at hava avfall við sær.

Meðan tey eru í Vaxjø, fáa tey eisini møguleika at vera við í stórari kastikapping, sum hevur verið í dag, leygardag. Vit hava ikki frætt, hvussu gingist hevur, og enn er einki komið á heimasíðuna hjá stevnuni.

Lesið meira um Vaxjø-túrin hjá hvirluni á www.hvirlan.fo , har úrslit frá sjálvari kappingini eisini skjótt munnu fara at vera kunngjørd.


Í Svøríki sleppa tey at royna nakað fyri føroyingar so forkunnugt sum stangarlop. Á myndini er tað Helgi Geyti, sum roynir seg. (mynd lænt frá Hvirluni) 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

hziska 10.03.12 - 22:30

Hatta er Helgi Geyti sum roynur seg í stangarlopinum.

Hallur 14.03.12 - 20:26

Takk Heri. Havi nú rættað myndatekstin 🙂

Comments are closed.