Home Kast Kapping í kasti 5-kampi í Tórshavn

Kapping í kasti 5-kampi í Tórshavn

by hziska

Hvirlan skipar fyri opnari kapping í kasti 5-kampi komandi leygardag (14/6-08) á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn. Kappingin umfatar, í nevndu raðfylgju, greinarnar hamarkast, kúlustoyt, diskuskast, vektkast og spjótkast. Stig verða givin fyri hvørja grein eftir altjóða stigtalvum.

Verðandi føroyska metið hjá kvinnum setti Randi Kúrberg í 2007. Tað ljóðar uppá 2650 stig, sum var úrslitið eftir at hon kastaði hamaran 34.67 m, stoytti kúluna 8.49 m, kastaði diskin 21.36 m, vektina 9.73 m og spjótið 30.61 m.

Heri Ziska eigur metið hjá monnum. Tað setti hann í 1998 við einstøku úrslitunum: hamarkast 44.30 m, kúlustoyt 12.10 m, diskuskast 42.73 m, vektkast 15.29 m og spjótkast 34.43 m. Hetta gav 3275 stig.

Kappingin byrjar kl. 15.00, so tað er góð tíð at luttakað í rennikapping áðrenn um ein hevur hug at royna so ymsar greinar sama dag. Tilmelding ferð fram á telefon 213775, gjarna við sms. minst til at siga navn, árgang og eventuelt felag.

0 comment
0

Related Articles