Home Kast Kastara á Venjingarlegu í Vaxjø

Kastara á Venjingarlegu í Vaxjø

by hziska

Ein málrætta menning av bestu íðkarum innan frælsu ítróttirnar ferð fram í løtuni, men ein tann størsti trupulleikin fyri at kunna optimera hetta er, at ymsu greinarnar innan frælsur ítróttirnar eru so ymiskar, at tað ikki er gjørligt hjá nøkrum venjara at dekka meir enn nakrar heilt fáar greinar, og um tosað verður um teknisku greinarnar, so er tað sjálvdan at ein venjari klárar at spenna yvir meri enn tvær greinar. Tí roynur Frælsur Ítróttur Føroya áhaldandi at fáa samstarv í lag við útlendskar venjara í hvør í sínum lag eru kapasitetir á sínum øki.

Magnus Arvidssen Eitt av ítøkiligu úrslitunum av átakinum hjá FÍF er at bestu føroysku kastarnir í komandi vikur fara á venjingarlegu í Svøríki fyri at fáa íblástur til sína venjing fram móti oyggjaleikunum í 2009 á Álandi. Farið verður til Vaxjø, har møguligt er at venja kast innandura. Tað sum ger at Vaxjø er valt er at landsliðsvenjarin í spjótkast (Jonas Mellblom) er venjari har. Hann venur m.a. Magnus Arvidssen sum í 2007 etableraði seg sum ein av heimsins allar bestu spjótkastarum. Á myndini sæðst Magnus leggja lag á hjá Rógva seinast kastarnir vóru á venjingarlegu í Vaxjø.

Við í føroyska feralagnum eru Rógvi Højgaard (spjótkast), Randi Kúrberg (hamarkast) og Heri Ziska (diskuskast og hamarkast). Føroysku kastarnir fara til Vaxjø sunnudagin 20. Januar og koma tvey heimaftur sunnudagin 27. januar. Heri Ziska ferð á veg heimaftur á fund í Oslo um norðurlendsk samstarv innan frælsar ítróttir fyri ung í norðanlondum. Til staðar á fundinum verða Danmark, Finnland, Norra, Svøríki og Føroyar.

0 comment
0

Related Articles