Home Kast Kastara væl fyri

Kastara væl fyri

by hziska

Bragdið skipaði fyri kastikapping leygardagin 8. mars. Tað vóru tríggjir luttakara, men hóast lága luttakara talið, so vóru úrslitini sera góð.

Fyrsta kapping var spjótkast, og har vísti Rógvi Højgaard at hann er í støðugari framgongd við at kasta 53.22 m. Hetta er longsta kast, ið nakar nakrantíð hevur kasta í kapping í Føroyum, men enn er nakað eftir til føroyska metið uppá 57.70 m, sum Rógvi setti í Lyngby Games í 2007.

Hamarkast var næsta kapping, og har vístu bæðið Randi Kúrberg og Heri Ziska at tað gongur rætta vegin. Randi kastaði, eins og Rógvi gjørdi í spjókastinum, longsta kast sum nakrantíð er kasta í kapping í Føroyum, tá hon í síðsta kasti náddi út á 36,90 m við hamarnum. Hetta er einans 52 cm frá føroyska metinum hon setti í Lyngby Games í 2007. Tað var eitt sindur óvantað at Heri kastaði longur enn hann hevur gjørt fyrr í ár, tí á venjingarlegu í Svøríki fekk hann at vita at tað var tørvur á at broyta nakrar grundleggjandi positiónir, og tað hevur broytt alla balansuna og rytmuna í kastinum. Tað tykist tó sum at hann longu er við at fáa hesar stóru broytingar innarbeiddar í kasti.

Úrslit

  • Spjótkast: Rógvi Højgaard, Bragdið, 53.22 m (800 g)
  • Randi Kúrberg, Bragdið, 28.92 m (600 g)

Hamarkast:

  • Heri Ziska, Bragdið, 46.10 m (7.26 kg)
  • Randi Kúrberg, Bragdið, 36,90 m (4 kg)

Kúlustoyt:

  • Randi Kúrberg, Bragdið, 8.19 m (4 kg)
0 comment
0

Related Articles