Home Kast Kastara væl fyri

Kastara væl fyri

by hziska

Fyrsta kastikapping í hesum kappingarárinum var á Kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn leygardagin 15. Desembur. Veðurguðarnir vístu seg frá tí meira keðiligu síðuni við nógvum vindi og nakað av regnið.

Hóast umstøðurnar, so vóru úrslitini á einari góðari leið, og har var tað serliga veteranurin Heri Ziska sum stóð fyri bestu úrslitunum. Hann kastaði 44.44 m í diskus og 45.84 m í hamar. Úrslitið í Diskus er longsta kast hjá Hera síðan hann vann gull á Guernsey í 2003, og nógv tann besta byjan uppá eitt nýtt kappingarár hjá honum síðan 1994. Randi, sum hevur valgt at satsa mest uppá hamarkast í ár, kastaði hamaran 34.35 m, sum fyri hennara viðkomandi er besta byrjan uppá eitt nýtt kappingarár nakrantíð.

Sum heild boðað úrslitini frá at málrættaða venjingin fram móti komandi árið, íð fór í gongd aftur beint eftir seinastu kapping august, er á einari leið, og verður tað tí spennandi at síggja hvussu langt kastarnir náða í 2008.

Úrslitini vóru:

Hamarkast
Heri Ziska, Bragdið, 45,84 m (7.26 kg hamara)
Randi Kúrberg, Bragdið, 34.35 m (4 kg hamara)

Diskuskast
Heri Ziska, Bragdið, 44,44 m (2 kg diskus)
Meifríð Hansen, Bragdið, 22,80 m (1 kg diskus)

Kúlustoyt
Randi Kúrberg, Bragdið, 8,48 m (4 kg kúlu)

Spjótkast
Randi Kúrberg, Bragdið, 26,78 m (600 g spjót)
Meifríð Hansen, Bragdið, 24,29 m (600 g spjót)

0 comment
0

Related Articles