Home Kast Kastarar til Svøríkis á venjingarlegu

Kastarar til Svøríkis á venjingarlegu

by athletic

Í døgunum 22.-27. januar fara Heri, Rógvi og Randi til Vaxjø at venja saman
við kastarum í IFK Vaxjø. Støðið í hesum felag er rættiliga høgt, men
samstundis eisini so mikið passaligt, at tað eigur at vera motiverandi.

Tríggir bestu diskuskastararnir hjá monnum kasta millum 41 og 52m, besti
hamarkastarin skarar framúr við 62,75m, meðan nr. 2-4 liggja millum 45 og
40m. Rógvi átti at fingið góða sparring í spjóti, tí fimm teir bestu liggja
frá 50 til góðar 72m. Hjá kvinnum liggur besti hamarkastarin á 45m, og 4
tær bestu í spjóti liggja millum 30 og 52m.

Kendasta ítróttarfólkið í hesum felag man uttan iva vera 7-kemparin,
Carolina Klüft, sum í august í fjør vann EM, tá henda kapping var hildin á
Nya Ullevi í Gøteborg.

Forkunnugar innanduraumstøður
Høvi verður hjá kastarunum at venja innandura, og er tað ein stórur
fyrimunur hesa ársins tíð, tá venjingin mangan er tarnað orsakað av
illveðri. Onkuntíð fáa teir ikki vant vegna hálku, og aðrar tíðir fáa teir
kortini ikki fótað sær orsakað av vindi. Harafturat kann tað ikki líknast
saman at venja væl bjálvað og so bara í onkrum vanliga tunnum
treningsklæðum, har ein fær bevega seg frítt og natúrligt og lagt seg eftir
at venja tøkni og rætta smálutir.

Venjingarlegan eitt úrslit av venjaraskeiðnum í heyst
FÍF skipaði í heyst fyri barna- og ungdómsvenjaraskeiði, har
undirvísararnir vóru sviar. Ein teirra, Ingela Nilsson, er virkin í IFK
Vaxjø og hevur verið ófør at fingið samband í lag. Vónandi spyrst okkurt
gott burturúr, tí túrurin er ein liður í fyrireikingini til Oyggjaleikirnar
á Rodos komandi summar.

Randi Kúrberg

0 comment
0

Related Articles