Home Kast Kastikapping verið í Tórshavn

Kastikapping verið í Tórshavn

by athletic

Bragdið skipaði fyri kastikapping í Tórshavn leygardagin 3 Februar. Hetta var fyrsta kapping hjá Rógva, Randi og Heri, eftir at tey vóru á venjingarlegu í Vaxjø.

Tað var nógvur vindur meðan kapping fór fram, og darvaði hetta rættuliga
nógv.

Úrslitini vóru:

Spjótkast:
Rógvi Højgaard, Bragdið 48.50 m
Randi Kúrberg, Bragdið 26.50 m
Hamarkast:
Randi Kúrberg, Bragdið 33.83 m
Heri Ziska, Bragdið 43.26 m
Diskuskast:
Heri Ziska, Bragdið 42.83 m

Viðmerkjast kann, at Randi nú er byrja at kasta við trimum snúðningum í
hamarkast, so tað er lovandi, at hon kastar so langt í hennara fyrstu
kapping við nýggja teknikkinum.

Hjá Hera kann viðmerkjast, at hetta er tað longsta, hann hevur kasta síðan Oyggjaleikirnar í 2003, og einans 2 cm
styttri enn hann, ið vann bronsumerkið í Hetlandi.

0 comment
0

Related Articles