Home Kast Longsta føroyska diskuskast hjá kvinnum í fleiri ár

Longsta føroyska diskuskast hjá kvinnum í fleiri ár

by hziska

Tað vóru einans fimm kastara sum møttu til kappingina um føroyameistaraheitið í diskuskast og spjótkast. Umstøðurnar vóru rættuliga góðar at kasta, hóast Heri ynskti sær ein góðan mótavind ið kundi lyfta diskin út á meira áhugaverdar longdir.

 

Fyrsta kapping var diskuskast, har Meifríð Hansen (Hvirlan) var einsamøll kvinna at royna seg. Tað vísti seg tó ikki at darva henni, tí at hon økti um sítt persónliga met við umleið 4 metrum, og kastaði samstundis longsta kast í nøkur føroysk kvinna hevur kasta í nógv ár. Hennara longsta kast var 28,69 m, ið einans 1,36 m frá føroyska metinum ið Ingibjørg Poulsen setti í 2002.

 

Hjá monnum vóru tað Rógvi Højgaard (Hvirlan) og Heri Ziska (Hvirlan) sum dystaðust. Hetta er høvuðsgreinin hjá veteraninum Hera, og vann hann trygt við einum kasti uppá 41.88 m. Rógvi kastaði diskin út á 32,93 m, og betraði sostatt enn eina ferð um sítt persónliga met.

 

Síðan royndu kastarnir seg í spjótkast. Hjá kvinnunum vóru tað Meifríð Hansen og Randi Kúrberg (Hvirlan) ið dystaðust. Hóast Randi hevur fokusera uppá hamarkast í ár, var hon favorittur at vinna meistaraheitið. Hon endaði eisini við at vinna tað trygt við 31,20 m. Meifríð setti persónligt met tá hon kastaði spjótið 26,08 m.

 

Her hevði Rógvi, ið eigur føroyska metið uppá 57,70 m, valt at latað verða við at kasta tí at hann vildi umganga at skaðin í alboganum bleiv verri aftur. Sostatt vóru tað Aksel Poulsen (Tórshavn) og Heri Ziska sum royndu seg. Aksel er meira kendur frá aðrari ítróttargrein, meðan Heri ikki plagar at imponera tá hann roynur seg í spjótkast. Tað var eisini skjótt greitt hvør í vann, tí at Aksel komj skjótt útum 40 m og sovorðnum longdum hevur Heri ongantíð verði nærhendis. Aksel endaði við at vinna við 41,45 m, sum er eitt sera gott úrslit hjá einum sum ikki hevur roynt seg áður, meðan Heri endaði á 28,06 m.

0 comment
0

Related Articles