BETRI Stórkapping 3 verður á Tórsbreyt leygardagin 19. juni.
Eins og undan hinum umførunum í stórkappingini byrjar dagurin við eini langteinarenning. Næsta leygardag er langteinurin heili 10.000 m, t.e. 25 umfør av Tórsbreyt. Langteinarenningin byrjar kl. 11.
BETRI Stórkappping 3, sum byrjar kl. 12, verður á Tórsbreyt og fevnir um hesar greinar:
Spurtteinar
80m 8-9 ár, 10-11 ár og 12-13 ár
400m 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Miðteinar
300m 8-9 ár
800m 10-11 ár
1.000m 12-13 ár
1.500m 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Kast
Bóltkast 8-9 ár og 10-11 ár
Spjótkast 12-13 ár
Kúlustoyt 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Lop
Longdarlop Børn + 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár,
Hæddarlop 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Tað eru Treysti, Roysnið og FÍF, sum skipa fyri BETRI Stórkapping 3.
Reglurnar fyri stórkappingini eru at finna her.