Mándagin 2. hvítusunnudag fer Hvirlan at skipa fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Kappast verður í trimum greinum: 100 m, spjótkast og trístøkk. Byrjað verður við 100 m kappingum kl. 14.00. Aftaná verður spjótkast, og tá spjótkastið er liðugt, verður farið til trístøkk.
Kappingin er fyri allar íðkarar, sum eru 11 ár og meira. Tilmelding verður á staðnum.