Home Kast Opin kapping á Tórsbreyt sunnudagin

Opin kapping á Tórsbreyt sunnudagin

by Hallur Holm

Sunnudagin kl. 14.00 skipar Hvirlan fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Tvær kappingargreinar eru á skránni: diskoskast og 200 m. Byrjað verður við diskoskasti kl. 14.00, og tá tann kappingin er liðug, verður farið til 200 m kappingina. Til 200 m kappingina verður el-tíð nýtt.


Heri Ziska er favorittur at vinna diskoskappingina sunnudagi. Spennandi verður tó at síggja, hvussu langt hann er komin við
fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í summar.

Kappingin er opin fyri øllum. Tilmeldast kann við at skriva til hvirlan@hvirlan.fo og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00. Upplýsast skulu navn, eftirnavn, felag/bygd/býur og føðiár. Meldast kann eisini til á staðnum. Kostnaðurin er kr. 50,-

0 comment
0

Related Articles