Home Kast Opnar kappingar á Tórsbreyt leygardagin

Opnar kappingar á Tórsbreyt leygardagin

by Hallur Holm

Bæði Bragdið og Hvirlan skipa fyri opnum kappingum á Tórsbreyt leygardagin. Føroyska summarið er stutt, so tað ræður um at gagnnýta hvørja løtu, nú hann lovar turrveður og lítlan vind um vikuskiftið. Tí tað er ein sannroynd, at skulu góð OG góðkend úrslit fremjast, so er tað júst slíkar umstøður, sum krevjast í flestu kappingargreinunum.

Skráin leygardagin verður hendan:

  • 12.30 børn 60 metrar
  • 12.50 ung og vaksin 200 metrar
  • 13.00 klingrukast
  • 13.10 børn 200 metrar
  • 13.30 ung og vaksin 600 metrar
  • 14.00 trístøkk

Tað er Hvirlan, sum stendur fyri kappingunum í klingrukasti og trístøkki, meðan Bragdið skipar fyri rennikappingunum. Ætlanin er at nýta el-tíðtøkuútgerð. Tilmelding á staðnum.

Øll eru vælkomin at luttaka.

0 comment
0

Related Articles