Skírisdag og leygardagin fer Hvirlan at skipa fyri opnum kappingum á Tórsbreyt. Talan er bert um tekniskar greinar – ein lopgrein og ein kastigrein hvønn dagin. Kappingarnar eru tilmeldaðar hjá Dansk Atletikforbund, og úrslitini kunnu tí t.d. nýtast sum luttøkukrav til DM seinni í ár. Úrslitini verða eisini skrásett í danska hagtalsgrunninum www.statletik.dk.
Skráin skírisdag verður hendan:
- Kl. 14.00 kúlustoyt
- Kl. 15.00 hæddarlop
Skráin leygardagin:
- Kl. 13.00 spjótkast
- Kl. 14.00 longdarlop
Kappingarnar eru opnar fyri øllum, sum hava hug at luttaka – monnum, kvinnum og børnum fødd ár 2002 og fyrr. Kostnaður fyri luttøku er kr. 50
Leygardagin verður kappast í longdarlopi. Her er tað John Hermann Fuglø, Treysti, sum roynir seg til GP5 2011 – mynd Hvirlan.