Home Kast Rógvi Højgaard í stórformi og klárur til oyggjaleikir

Rógvi Højgaard í stórformi og klárur til oyggjaleikir

by Hallur Holm

Í dag skipaði Hvirlan fyri opnari kapping, har kappast varð í trimum greinum. 100 m, spjótkasti og trístøkki. Hóast gott veður í dag, so argaði vindurin kortini. Hjá spurtarunum lá hann um tveir metrar ímóti, og tá er ringt, fyri ikki at siga ógjørligt, at renna seg til persónligt met. Spjótkastarunum dámdu heldur ikki lítla lotið undan. Teir flestu ynskja heldur eitt lítið lot ímóti. Eisini okkara fremsti spjótkastari Rógvi Højgaard. Men hvussu var og ikki, so sendi Rógvi spjótið út á 56,23 metrar longu í fyrstu royndini. Og tá kravið at sleppa við til oyggjaleikir er 55,88 m, var hetta nóg mikið til at ogna sær sess í airbussinum til Bermuda. Í næsta kastinum sá eisini út til, at spjótið var á veg til Bermuda, og hetta gjørdist eisini eitt langt kast – 56,02 m og enn einaferð omanfyri oyggjaleikakravið. Í triðju royndini kastaði Rógvi 53,09 m og tað gjørdist so eisini seinasta royndin á degnum. Leif Mikkelsen úr Bragdinum bleiv nr. 2 við 45,38 m.

Røðin av spjótkastarum var long í dag. Eg veit tað ikki, men tað er ikki langt frá, at hetta er fyrstu ferð, at 20 spjótkastarar møtast til kapping á Tórsbreyt.

Sum sagt lá illa fyri hjá spurtarunum at fáa góðar tíðir í dag. Tað vóru serliga Hildur Poulsen, Edna Maria Debes og Trygvi Laksafoss, sum ynsktu sær vindin í bakið í dag, so hann kundi taka tey inn um dyrnar til A-kravið. Men hóast Trygvi rann ein sera góðan 100 m í dag, so stjelur mótvindurin einar 4/10 sek í mun til, um eitt lítið lot var undan. Og hóast vindurin hjá gentunum var 1,9 ímóti, so runnu tær meira enn eitt hálvt sekund seinni enn til Grand Prix 1, tá vindurin var +2,5. Men tað blivu tó nakrar spennandi kappingar, og serliga hjá gentunum var javnt, tí á málinum var Edna Maria bert 1/100 part av einum sekundi frammanfyri Hildur.

Edna Maria og Trygvi eru eisini stinnir trístøkkarar, og hava ligið beint um A-kravið. Edna Maria onkuntíð omanfyri, men við ov nógvum vindi. So kanska tað fór at lukkast at røkka teimum 9,50 m við góðkendum vindi í dag. Hon leyp fyrst 9,43, síðan 9,49. Vindurin góðkendur, ja, men ov stutt. So kom eitt lop, sum var 9,67. Men vindurin ov nógvur. Øv. Hetta hevði annars verið nýtt føroyskt met.  Men so lukkaðist. 9,59 og vindurin akkurát góðkendur, +1,9. Og so var triðja Hvirlan hetta vikuskiftið ferðabúgvin til Svøríkis. Hjá Trygva vildi als ikki bera til við trístøkkinum. Og í fjórðu royndini merkti hann okkurt kediligt í lærinum, og valdi at gevast.

Øll úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá Hvirluni her: http://www.hvirlan.fo/wp-content/uploads/2012/05/20120528-opin-kapping-resultat.pdf og nógvar myndir frá degnum eru eisini í myndasavninum hjá teimum.


Birgir, Rúni, Trygvi og Tummas Napoleon hava allir verið undir teimum 12 sekundunum í ár. Men í dagsins mótvindi bar ikki til. (mynd: Hvirlan)


Tað er ikki longdin á manninum, men longdin á kastinum, sum verður skrivað í søgubøkurnar. Rógvi Højgaard er besti spjótkastari í Føroyum enn sum áður, og kvalifiseraði seg í dag til sínar fjórðu oyggjaleikir. (mynd: Hvirlan)


Við einum lopið upp á 9,59 og einum vindi sum akkurát gav grønt ljós, eydnaðist umsíður hjá Ednu Mariu Debes at klára eitt A-krav við góðkendum vindi. (mynd: Hvirlan)


Tað er altíð romantikkur á Tórsbreyt (mynd: Hvirlan)

 

0 comment
0

Related Articles