So hevur ársins fyrsta kastikapping verði. Úrslitini vóru sum heild góð, serliga tá hugsa verður um at venjingin í løtuni ikki er lagt til rættis soleiðis at man kann vantað at kasta langt.
Í diskuskast hjá kvinnum setti Silvia persónligt met við næstan einum metri, meðan Heri kastaði longur enn hann gjørdi í Hetlandi í summar, so tað kann ikki sigast annað enn at tað sær gott út fyri hesa grein til komandi summar.
Í hamarkast hevur ein dystur tikið seg upp millum Randi og Silviu í til dagliga venja saman. Í dag var tað Randi, ið eigur tað Føroyska metið, sum kastaði longur, men tað er lítil ivi um at tær fara at hjálpa hvørjari aðrari til at kasta enn longur.
Í spjótkast vóru úrslitini góð um ein hevur árstíðina í huga. Tað verður spennandi at síggja hvussu langt út spjótkastarnir náða í ár.
Diskuskast, kvinnur
Silvia Lauritsen, ’78 Bragdið 24.89 m Persónligt met
Diskuskast, menn
Heri Ziska, ’67 Bragdið 42.45 m
Hamarkast, kvinnur
Randi Kúrberg, ’72 Bragdið 30.56 m
Silvia Lauritsen, ’78 Bragdið 28.70 m
Spjótkast, kvinnur
Randi Kúrberg, ’72 Bragdið 31.44 m
Spjótkast, Menn
Rógvi Højgaard, ’83 Bragdið 43.33 m