Home Kast Spjótkast og klingrukast á Tórsbreyt sunnudagin

Spjótkast og klingrukast á Tórsbreyt sunnudagin

by Hallur Holm

Í morgin sunnudagin fer Hvirlan at skipa fyri opnari kapping í spjót og klingrukasti. Kappingin, sum verður á Tórsbreyt byrjar klokkan 13.00 við spjótkasti. Tá hendan kappingin er liðug, verður hildið fram við klingrukasti. Kappingin er fyri allar aldursflokkar frá 13 ár og eldri.

Tilmelding verður á staðnum. Sagt verður frá fyrireikarunum, at kappingin í spjótkasti byrjar klokkan 13.00 stundisliga.


Hanus fær servenjing frá íslendskum serfrøðingi. So er spurningurin, um úrslit longu spyrst burturúr í morgin?

0 comment
0

Related Articles