Home Kast Stuttleikir verða sunnudagin

Stuttleikir verða sunnudagin

by Hallur Holm

Tað er longu á 5. sinni, at árligu Stuttleikirnir hjá Hvirluni verða hildnir nú sunnudagin. Stuttleikir var eitt tað fyrsta tiltakið sum yvirhøvur var fyriskipað á Tórsbreyt.

Leikirnir eru fyri børn heilt frá 4-5 ára aldri og uppeftir. Tá luttakararnir melda til, fáa teir eitt skreytblað, sum teir skulu hava við sær til tær greinarnar tey skulu royna. Á skránni er sum vant 60 metra renning, longdarlop og bóltkast. Dómararnir skriva so úrslitini á skreytblaðið. Tað verða tey fyrstu úrslitini, sum verða skrivað, men børnini kunnu royna umaftur og umaftur, so leingi tey tíma.

Tilmelding verður á staðnum kl. 13.30 og heldur fram til 15.30. Leikirnir eru í gongd frá kl. 14.00 til 16.00

Lesið meira um stuttleikir á www.hvirlan.fo


60 metrar dámar børnum altíð væl at renna. Her er tað frá fyrsut Stuttleikum í 2008. (mynd: Hvirlan)

 

0 comment
0

Related Articles