FM í kasti 5-kamp og vektkast var nógvum vindi og regnið á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn, og kom ringa veðrið at seta sín dám á kappingina og úrslitini.
Tað vóru fýra mans og tvær kvinnur sum royndu seg í illveðrinum. Hjá kvinnunum vóru tað Randi Kúrberg (Hvirlan) og Meiðfríða Hansen (Hvirlan), meðan tað hjá monnunum vóru Heri Ziska (Hvirlan), Rógvi Højgaard (Hvirlan), Uni Højgaard (Hvirlan) og Hjalti Lamhauge sum kappaðust.
Úrslitini vóru sum heild nógv verri enn vanligt og er tað uttan iva eitt beinleiðis úrslit av veðrinum, sum tarnaði kastararnum rættuliga nógv.
Úrslitini vóru:
Kasti 5-kamp, kvinnur:
- Randi Kúrberg: 2211 stig
- Meiðfríð Hansen: 1800 stig
Kasti 5-kamp, menn:
- Heri Ziska: 2245 stig
- Rógvi Højgaard: 1621 stig
- Uni Højgaard: 1253 stig
- Hjalti Lamhauge: 1012 stig
Vektkast, kvinnur:
- Randi Kúrberg: 7,04 m
- Meiðfríð Hansen: 5,44 m
Vektkast, menn:
- Heri Ziska: 10,40 m
- Uni Højgaard: 6,76 m
- Hjalti Lamhauge: 6,73 m
- Rógvi Højgaard: 6,10 m