Home Kast Úrslit frá FM í kasti 5-kamp og vektkast

Úrslit frá FM í kasti 5-kamp og vektkast

by hziska

Tað vóru 6 íðkarar, 2 kvinnur og 4 menn sum luttóku í seinastu kastikapping í kappingarárinum 2006/7. Kappast varð um føroyameistaraheitið í kasti 5-kamp og vektkast.

Úrslitini frá kappingini síggjast her (pdf).

Stigini eru givin eftir altjóða stigatalvum, tó við tí tillaging at av tí at vektkast ikki er olympisk grein, so verður tabellin fyri kúlustoyt nýtt í staðin. Um gingið verðu út frá stigatalvunum, so eru tey 5 bestu úrslitini hjá ávikavist kvinnum og monnum:

Kvinnur:
638 stig – hamarkast – Randi Kúrberg
586 stig – spjótkast – Randi Kúrberg
576 stig – vektkast – Randi Kúrberg
562 stig – spjótkast – Sólja Jóanisdóttir
422 stig – kúlustoyt – Randi Kúrberg

Menn:
740 stig – diskuskast – Heri Ziska
674 stig – vektkast – Heri Ziska
663 stig – hamarkast – Heri Ziska
622 stig – spjótkast – Rógvi Højgaard
490 stig – kúlustoyt – Heri Ziska

Myndir frá tiltakinum koma fyrst i komandi viku.

0 comment
0

Related Articles