Tað vóru fýra íðkara sum royndu seg í kastikapping í Tórshavn 1. juni. Hesi vóru Randi Kúrberg, Rógvi Højgaard, Janus Jakobsen og Heri Ziska.
Besta úrslit stóð Rógvi fyri tá hann í sínari fyrstu kapping eftir skaða í kastiarmin kastaði spjótið út á 52.58 m. Randi vísti eisini at hon er við at stabilisera kasti aftur tá hon kastaði hamarn út á 35.77 m. Úrslitini frá kappingini síggjast niðanfyri.
Spjótkast:
Navn | Árg. | Felag | Reiðskap | Úrslit |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 800 g | 52.58 m |
Janus Jakobsen | 1989 | – | 800 g | 44.85 m |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 600 g | 30.08 m |
Diskuskast:
Navn | Árg. | Felag | Reiðskap | Úrslit |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 2 kg | 41.11 m |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 2 kg | 29.63 m |
Janus Jakobsen | 1989 | – | 2 kg | 20.89 m |
Hamarkast:
Navn | Árg. | Felag | Reiðskap | Úrslit |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 7.26 kg | 44.97 m |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 4.00 kg | 35.77 m |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 7.26 kg | 29.77 m |
Janus Jakobsen | 1989 | – | 7.26 kg | 19.65 m |