Home Kast Venjingarlegan hjá kastarunum

Venjingarlegan hjá kastarunum

by hziska

Bestu kastararnir vóru á venjingarlegu í Vaxjø í januar, har teir m.a. fingu lagt lag á av svenska landsliðsvenjaranum í spjótkasti Jonas Mellblom. Ferðin var partur av elitu arbeiðnum hjá FÍF, og samstundis liður í royndunum at knýta venjingar/venjara sambond við onnur lond.

Kastararnir sum vóru við á túrinum vóru Randi Kúrberg (hamar og spjót), Rógvi Højgaard (spjót) og Heri Ziska (hamar og diskus). Sum heild var ferðin sera væleydnað, og hevði Jonas fleiri ferðir á munni hvussu nógv Randi var gingin fram í hamarkasti og spjótkasti, og Rógvi var gingin fram í spjótkasti.

Túrurin var sera væleydnaður, og fingu øll góða venjing og nøkur konkret ting at arbeiða við. Tað merkist tó skjótt at kastivenjing tvær ferðir hvønn dag í 6 dagar er í meira lagi, og var tað undirstrika av Jonas, sum segði at tá tey eru á venjingarlegu so kasta tey annanhvønn dag, heldur enn tvær ferðir hvønn dag. Orsøkin er at belastingurin á kroppin er so stórur (serliga í spjótkast) at tað verður ikki mett ráðiligt at kasta oftari. Føroysku kastararnir valdu tó at venja “ov nógv” hesar dagarnar fyri at fáa mest møguliga nyttu burturúr túrinum og venjaranum, og so heldur nýta nakrar dagar at koma fyri seg aftur eftir at teir komu heim.

Eftir túrin svaraðu kastarnir nøkrum spurningum um túrin, og síggjast svarini á viðheftu vangamynd. Á túrinum var eisini ein ferðadagbók skriva.

0 comment
0

Related Articles