Home Komandi tiltøk 10. Føroya Bjór Renningin – á Norðoyastevnu

10. Føroya Bjór Renningin – á Norðoyastevnu

by athletic

Fyri 10. ferð skipar Ítróttafelagið TREYSTI fyri tí árligu FØROYA BJÓR RENNINGINI á Norðoyastevnu. Luttøkan hevur verið sera góð, síðan tað byrjaði, og er hon vaksin hvørt ár, og hava umleið 150 rennarar luttikið seinnu árini. Í ár verður renningin leygardagin 27. mai.

Rutan hjá børnum verður runt ”Lítla Eið”, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Rutan hjá teimum vaksnu verður broytt í mun til seinasta ár, tí tað ikki longur er rennandi fram við Tekniska Skúla. Tí verður runnið eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er tó óbroyttur 5 km. Rennast skulu 3 umfør av hesi rutu. Startur og mál verða á vegnum uttanfyri Telebúðina.

Rennikappingin er samstundis 1. umfar í Grand Prix kappingini. Skráin leygardagin sær soleiðis út:

kl. 12.00 Menn/Kvinnur (f. 1988 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.00 Veteranar (f.1960 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.35 Dreingir-7/Gentur-7 (f.1999 ella seinni) – 665 m
kl. 12.45 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1996-1998) – 665 m
kl. 12.55 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1993-1995) – 1.330 m
kl. 13.05 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1989-1992) – 1.330 m
kl. 13.30 Heiðursmerkjahandan

FÍF hevur aftur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av teimum fimm feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn, Roysnið úr Eysturoynni, Frælsi úr Vágunum ella Hvistan úr Suðuroynni.

Fyri at telja við í endaligu Grand Prix støðuni, so skulu tey vaksnu hava verið við í minst 5 av teimum 6 kappingunum, meðan tað hjá børnum er minst 4 av teimum 6.

Grand Prix kappingarnar í ár verða á Norðoyastevnu, Sundalagsstevnu, Eystanstevnu, Jóansøku, Vestanstevnu og Ólavsøku. Lógirnar fyri Grand Prix kappingina eru at finna á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya, sum er www.athletics.fo.

HEIÐURSMERKIR OG STEYP
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

TILMELDING ONLINE
Aftur í ár verður tilmelding at fara fram online á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 26. mai klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin, kr. 20 fyri børn. Startgjaldið skal gjaldast, tá startnummarið verður avheintað. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start. Eisini ber til at tilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja; tá verða lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð, áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið seinastu árini.

0 comment
0

Related Articles