Home Komandi tiltøk FM Ung verður 12. og 13. september

FM Ung verður 12. og 13. september

by Guttorm Sørensen

Nú nærkast av álvara til FM fyri ung, sum seinnu árini hevur verið størsta kapping í frælsum ítrótti. Næsta leygar- og sunnudag verður FM hildið á Tórsbreyt. Tað er FÍF saman við feløgunum, sum skipa fyri kappingini. Kappingin er so mikið stór, at kappast verður í tveir dagar. Aldursbólkar og greinar líkjast teimum frá undanfarnu árum, tó at onkrar tekniskar greinar verða avgreiddar skiftivís annaðhvørt ár. Tveir teir elstu bólkarnir hava finaluumfar við trimum eyka royndum.

IMG_5302

Bólkarnir  og greinarnar síggja soleiðis út í 2015:

Gentur og dreingir 8-9 ár (2006-07): 60m, 400m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 10-11 ár (2004-05): 60m, 300m, 600m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 12-13 ár (2002-03): 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 14-15 ár (2000-01): 100m, 300m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 16-17 ár (1998-99): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp
Gentur og dreingir 18-19 ár (1996-97): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp

harafturat verða hesar boðrenningar.

Leygardagin verður 4×100 metrar fyri hesar bólkar:
– gentur og dreingir 10-11 ár
– gentur og dreingir 12-13 ár
– gentur og dreingir 14-19 ár

Og sunnudagin verður 4×200 mix – tvær gentur og tveir dreingir – fyri hesar bólkar: 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár

Um feløgini ikki hava fullmannað lið til kappingarnar, ber til at fáa hjálp frá yngri íðkara í felagnum. Tað er tó bert loyvi at flyta ein aldursbólk upp, og bert loyvi at hjálpa einaferð hvønn dagin. Eitt lið kann í mesta lagi hava tveir íðkarar úr yngri aldursbólki at hjálpa.

Leygardagin byrja kappingarnar kl. 10.00 og hildið verður á til umleið kl. 14.00. Sunnudagin verður byrjað við skrúðgongu kl. 12.30, og so byrjað kappingarnar kl. 13.00. Væntandi verður alt liðugt umleið kl. 17.00.

Í øllum spurtteinum verða innleiðandi umførini leygardagin og finalurnar sunnudagin.

 

TILMELDING
Tilmeldingin, sum fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, skal gerast í seinasta lagi sunnukvøldið 6. september kl. 24.00.  Kostnaðurin er kr. 30 fyri hvønn tilmeldaðan start, og verður rokningin send til feløgini. Eftirtilmeldingar kunnu gerast til týsdagin 8. september kl. 18, men tá er kostnaðurin 5 x startgjald (tvs. kr. 150). Tað er ikki neyðugt við tilmeldingum frammanundan til boðrenningarnar. Tær verða avgreiddar á kappingardegnum.

DÓMARAR OG HJÁLPARFÓLK
Til eitt so stórt tiltak, so er eisini tørvur á nógvum dómarum og hjálparfólkum. Til hesi fólk liggur ein tilmelding á heimasíðuni, har ein kann boða frá nær ein kann døma ella hjálpa til. Fýra møguleikar verða at hjálpa til, og tað stendur øllum frítt, um ein velur eitt, tvey, trý ella øll fýra tíðarbilini, sum verða:

kl. 10-12 leygardag
kl. 12-14 leygardag
kl. 13-15 sunnudag
kl. 15-17 sunnudag

Miðað verður eftir at fáa startlistarnar og tíðarætlanina út mikukvøldið.

 

0 comment
0

Related Articles