Home Komandi tiltøk 13 føroyskir ungdómar luttaka í Världsungdomsspelen

13 føroyskir ungdómar luttaka í Världsungdomsspelen

by athletic

IMG_4238

Hósmorgunin 6. juli fara 13 ungdómar at luttaka í kappingini “Världsungdomsspelen” í Frælsum Ítrótti, sum verður í Svøríki í døgunum 7.-9. juli. Kappingin er sera stór, og eru luttakarar úr fleiri londum við. Í 2005 vóru yvir 3.000 luttakarar við í nærum 7.000 startum við í kappingini, sum vardi í 3 dagar við luttakarum úr 15 londum og 300 feløgum. Kappast verður á Ullevi Stadion í Gøteborg, har EM í frælsum ítrótti verður hildið 6.-13. august. Við í ferðini verða tilsamans 20 fólk.

Ungdómarnir, sum eru við á ferðini, koma úr øllum teimum fimm feløgunum fyri frælsari ítrótt í Føroyum. Kappast verður í fleiri bólkum fyri gentur og dreingir. Bólkarnir eru: P12 og F12, tvs. dreingir 12 ár og gentur 12 ár, sum eru tey, íð eru fødd í 1994 og fylla 12 ár í 2006. P13/F13 eru fødd í 1993, P14/F14 eru fødd í 1992, P15/F15 eru fødd í 1991. P17/F17 eru fødd 1989-90. P19/F19 eru fødd í 1987-88 og Menn/Kvinnur fødd í 1986 ella fyrr.

Teir føroysku ungdómarnir luttaka einans í rennikappingum. Í bólkinum F13 skullu tær tríggjar Rebekka Fuglø (Treysti), Vár Gregersen (Bragdið) og Silja Niclasen (Frælsi) verða við í 600m fríggjadagin, 1.500m leygardagin og 200m sunnudagin. Rannvá Djurholm (Bragdið) og Bjørk Herup Olsen (Bragdið), skullu renna 800m fríggjadagin og 2.000 sunnudagin. Rannvá í bólkinum F14 og Bjørk í bólkinum F15. Marin í Dali (Hvistan) fer at luttka í bólkinum F17, og skal renna 400m leygardagin og 800m sunnudagin. Hesar seks genturnar hava allar luttikið í kapping uttanlanda fyrr og staðið seg væl. Við á ferðini er eisini Randi Kúrberg, sum fer at royna seg í spjótkasti fríggjadagin og hamarkasti leygardagin.

Í bólkinum P12 luttekur Rúni Seloy (Bragdið), og í P13 luttekur Øyvind Lútzen (Bragdið). Teir fara at luttaka í 600m fríggjadagin, 1.500m leygardagin og 200m sunnudagin. Jan Elmar Sørensen (Treysti) skal renna 800m leygardagin og 2.000m sunnudagin í bólkinum P15. Í bólkinum P17 verða teir tríggir Robin Jønsson (Roysnið), Álvur F. Christiansen (Treysti) og Daniel D. Rein (Bragdið) við. Robin skal renna 300m hekk fríggjadagin, 100m/400m leygardagin og 200m sunnudagin. Álvur skal renna 800m fríggjadagin, 1.500m leygardagin og 3.000m sunndagin, meðan Daniel skal renna 800 fríggjadagin, 400m leygardagin og 200m sunnudagin. Jóan Karl Joensen (Bragdið) sum luttekur í bólkinum P19 verður við í 400m leygardagin og 800m sunnudagin. Hesir hava allir, undantikið Øyvind, luttikið í rennikapping uttanlanda fyrr við góðum úrslitum.

Harumframt fara teir yngstu luttakararnir at verða við í eini blandaðari 4 x 200m boðrenning, har tvær gentur og tveir dreingir skullu renna.

Hallur Holm, ungdómslandsliðsvenjari, væntar at fleiri bólkamet verða sett á ferðini og vónandi okkurt føroyskt eisini.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 10. juli.

0 comment
0

Related Articles