2. umfar av TF vetrarkappingini verður 19. november

Skrivað hevur

Leygardagin 19. november kl. 12.30 skipa Treysti og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2. umfari av TF Vetrarkapingini í Klaksvík.

TF Vetrarkappingin er sama kapping, sum var seinasta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.

Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var fyri trimum vikum síðani á Toftum, meðan 3. umfar verður í Havn tann 10.desember. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár.

Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Klaksvík leygardagin renna tey hesar teinar:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) – 7,850 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -89) – 7,850 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985-89) – 7,850 km
Gentur og dreingir (f. 1990-94) – 3,140 km

Startur og mál verður í Kirkjubrekkuni uttanfyri Tryggingarfelagið Føroyar, og byrja øll samstundis. Rutan gongur niðan eftir Uppsalagøtu, Fosságøtu, norður eftir Vágsheygagøtu og oman gjøgnum Kirkjubrekkuna. Tey vaksnu renna tíggju umfør, meðan gentur og dreingir renna fýra umfør. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 18. november kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaðið við Tryggingarfelagið Føroyar leygardagin kl. 12.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Comments are closed.