Home Komandi tiltøk 2. Umfar av vetrakappingini í renning verður í Havn leygardagin

2. Umfar av vetrakappingini í renning verður í Havn leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

 

Leygardagin 6. desember skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Bragdið fyri 2. umfari av Vetrarkappingini 2008-2009 í renning í Havn.

Kappast verður í hesum bólkum. 
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. 1964 -1992) – 12 km
Vetaranar kvinnur og menn ( f. 1954-63 ) – 12 km.
Menn Superveteranar ( f. -1953 ) – 12 km.
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1988-1992 ) – 4 km
Gentur og dreingir (f. 1993-1997 ) – 4 km

Startur og mál er á Tórsbreyt. Runnið verður oman eftir Ringvegnum, síðani til vinstru á  Hvítanesvegnum, til vinstru eftir Skraddaragøtu framvið Svartafossi, og yvir til Tórsbreyt at venda.Tey yngru renna teinin eina ferð, tey eldri renna teinin fýra ferðir. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00. Rutan verður broytt, um hálka er leygardagin.

Tilmelding fer fram  á www.athletics.fo innan fríggjakvøldið 5. desember kl. 21.00. Startnummur verða avheintað við Tórbreyt leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri tey yngru, eisini goldið.

Kappingin er 2. umfar av Vetrakappingini, sum fór av bakkastokki 15. november. Kappinigin er ein opin kapping, ið merkir, at øll kunnu luttaka, sjálvt um ikki verður luttikið í hinum  kappingunum.

Tilmelding til kappingina fer fram her.

Kappingarreglurnar eru her.

Úrslitini frá 1. umfari er her (40 kb pdf).

Samlaða støðan í kappingini er her (36 kb pdf).

0 comment
0

Related Articles