Home Komandi tiltøk 2. umfar av vetrarkappingini verður í Havn leygardagin

2. umfar av vetrarkappingini verður í Havn leygardagin

by athletic

Leygardagin 8. desember skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Bragdið fyri 2. umfari av Vetrarkappingini 2007-2008 í renning í Havn.

Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1962) – 12 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -91) – 12 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1987-91) – 12 km
Gentur og dreingir (f. 1992-96) – 4 km

Startur og mál eru á ovaravølli í Gundadali.

Runnið verður oman eftir Gundadalsvegnum, síðani til vinstru á R.C. Effersøesgøtu, til høgru eftir Títlingsvegnum ( Johs. Berg ) til vinstru eftir Staravegnum (Skemman ), so til høgru eftir Hoyvíksvegnum ( Bónus ), til høgru eftir Tjaldursvegnum, inn á Heykavegin og Títlingsveg út til til høgru á R. C. Effersøesgøtu, síðani verður runnið niðan eftir Ringvegnum framvið Norðurlandahúsinum, til Áargeil og oman eftir Gundalsvegnum inn á ovaravøll.

Tey yngru renna teinin eina ferð, tey eldru renna teinin tríggjar ferðir.

Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 7. desember kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaðið í Bragda-húsinum leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Kappingin er 2. umfar av vetrakappingini, sum fór av bakkastokki 16. november. Kappingin er er ein opin kapping, ið merkir, at øll kunnu luttaka sjálvt um ikki verður luttikið í hinum kappingunum.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Tilmelding er á tilmeldingarsíðuni.

0 comment
0

Related Articles