Home Komandi tiltøk 21. Flaggdagsrenning og firmakapping

21. Flaggdagsrenning og firmakapping

by athletic

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður stundisliga við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1994 – 2000, renna umleið 1,8 km.

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Gentir og dreingir – føðiár frá og við 1994-2000, renna 1,8 km.
Kvinnur og menn – føðiár frá og við1962-1993, renna 7,02 km
Veteranar kvinnur og menn – føðiár til og við 1961, renna 7,02 km

Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt, Poptop og vatn. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki.

“Jubilæum”
Hetta er 21. Flaggdagsrenning og tey sum luttaka fyri 10., 15. ferð ella 20. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv. Síðsta ár varð Niels Jákup Jakobsen heiðraður fyri at luttaka fyri 20. ferð á rað.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til kappingina er mánakvøldið tann 23.04. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: http://www.fif.fo/. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 545194, ella Robert Vilhelmsen tlf. 288075.
Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldanina, t.d. “Virki-1”, ”Virki-2”, o.s.f.v.

Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini.

Gjalding
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrrenn gjalding er farin fram.

Avheintan av startnr.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum týsdagin 24.4. millum kl. 16 og 18.

Vinarliga
Bragdið – Felag fyri frælsan ítrótt í Streymoy

0 comment
0

Related Articles