Home Komandi tiltøk 22. Flaggdagsrenning og firmakapping

22. Flaggdagsrenning og firmakapping

by Sølvi Reinert Hansen

bragdid

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður stundisliga við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7 km. og børn, fødd í 1995 – 2001, renna umleið 1,8 km.

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Gentir og dreingir – føðiár frá og við 1995-2001, renna 1,8 km.
Kvinnur og menn – føðiár frá og við1963-1994, renna 7 km
Veteranar kvinnur og menn – føðiár til og við 1962, renna 7 km

Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt, Poptop og vatn. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki.

“Jubilæum”
Hetta er 22. Flaggdagsrenning og tey sum luttaka fyri 10., 15. ferð ella 20. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til kappingina er mikukvøldið tann 23.04 kl. 22. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: http://www.fif.fo/. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/545194, ella Fríðrik Bláhamar tlf. 214975.
Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldanina, t.d. “Virki-1”, ”Virki-2”, o.s.f.v.

Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini.

Gjalding
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4, ella gjaldast við avheinting av startnr. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrrenn gjalding er farin fram.

Avheintan av startnr.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum hósdagin 24.4. millum kl. 16 og 18.

4 comments
0

Related Articles

4 comments

Halgerð Rasmussen 24.04.08 - 09:55

Vit, sum koma úr Klaksvík kunnu ikki heinta startnummar í dag, hvussu gera vit?
vinaliga
Halgerð

admin 24.04.08 - 12:04

Hey Halgerð

Tit verða noydd at biðja onkran avheinta numrini fyri tykkum. Tað eru so nógvir luttakarar eftir hondini, at tað er ógjørligt at býta numrini út beint áðrenn startin.

Barbara 24.04.08 - 16:02

Er tað ov seint at melda seg nú?

admin 24.04.08 - 19:30

Hey Barbara

Rokni við tí, men tú kanst royna at ringja til Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/545194

Comments are closed.