Home Komandi tiltøk 23. Flaggdagsrenning og firmakapping

23. Flaggdagsrenning og firmakapping

by Sølvi Reinert Hansen

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum.
Byrjað verður stundisliga við Gl. Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km og børn, fødd 1996 – 2002, renna umleið 1,8 km.

Luttøka verður í 8 ymiskum bólkum:

Gentur og dreingir – føðiár frá 1996 – 2002, renna 1,8 km
Kvinnur og menn – føðiár frá 1964 – 1995, renna 7,02 km
Veteranar, kvinnur og menn – føðiár frá 1954 – 1963 , renna 7,02 km
Super veteranar, kvinnur og menn – føðiár til og við 1953, renna 7,02 km

Eftir at komið er á mál, fáa allir luttakararnir kakaomjólk og Sopi fra MBM. Stuðlað tiltakið hava ávíkavist

Føroya Banki, Trygd og MBM.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerki latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Firmakapping
Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virki, stovnar o. t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virknini v.m. kunnu tekna 3 – 5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, íð kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til kappingina er mikudagur tann 22. apríl. Áhugaði kunnu tekna seg umvegis her á heimasíðuni.  Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákupi Jakobsen, tlf. 317854 / 545194, ella Fríðriki Bláhamar, tlf. 317020 / 214975.
Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldanina, t.d. “Virki-1”, “Virki-2”, o.s.fr.

Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini.

Gjalding
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrr enn gjalding er farin fram.

Avheintan av startnr.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum hósdagin tann 23. apríl millum kl. 18 – 20.

Vinaliga
Bragdið – Felag fyri frælsan ítrótt

0 comment
0

Related Articles