Home BETRI Vetrarkappingin 3. umfar av TF Vetrarkappingini verður leygardagin

3. umfar av TF Vetrarkappingini verður leygardagin

by Hallur Holm

So stendur longu triðja umfar av TF Vetrarkappingini fyri durum. Hetta verður samstundis seinasta umfar í hesum árinum. Bragdið verður vertur fyri kappingini, sum eins og undanfarin ár fer fram á Tórsbreyt og í vakra náttúruøkinum við Svartafoss. Teinurin er 10,2 km fyri teir eldru bólkarnar, og 3,1 km fyri dreingja- og gentubólkin. Hesuferð hevur Bragdið valt at hava eina motiónsrutu til tey, ið halda 10 km vera ov langan tein. Tað merkir at motiónsrennarar og gongufólk, ið ikki hava hug at luttaka í TF Vetrarkappingini kunnu velja stuttu rutuna, sum verður á leið 5,5 km.

Kerjarenning ein sólskinssøga – enn eina ferð ;-)
TF VK2 undir Kerjum eydnaðist stak væl. Vónandi verður luttøkan eins góð leygardagin.

Runnið verður frá Tórsbreyt, eftir Ringvegnum, oman eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og oman aftur móti Tórsbreyt. Tey ungu renna eitt umfar, tey vaksnu renna fýra ferðir runt, og motionistarnir renna tvey umfør. Aftaná renningina verður heiðursmerkjahandan aftur við einum kaffimunni í Fimi.

Tað er umráðandi at melda til her á síðuni innnan fríggjakvøldið kl. 18.00. Prísurin fyri luttøku er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Tað ber eisini til at melda til á staðnum leygardagin frá kl. 10.00, men tá er prísurin 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Bragdið bjóðar eisini vælkomin á teirra heimasíðu: http://www.bragdid.fo/?p=3762

0 comment
0

Related Articles