Leygardagin 10. desember kl. 13.00 skipa Bragdið og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 3. umfari av TF Vetrarkappingini í Havn.
TF Vetrarkappingin er sama kapping, sum var seinasta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.
Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Annað umfar var fyri trimum vikum síðani í Klaksvík, og 3. umfar verður í Havn tann 10. desember. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár.
Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Havn leygardagin renna tey hesar teinar:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) – 12 km Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -89) – 12 km Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985-89) – 12 km Gentur og dreingir (f. 1990-94) – 4 km
Startur og mál verður á Kongabrúnni uttanfyri Tryggingarfelagið Føroyar, og byrja øll samstundis. Rutan er Yviri við Strond og aftur, tey vaksnu renna fleiri umfør og tey yngstu renna eitt umfar. Umklæðing er í kantinuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.
Tilmelding fer fram her á síðuni í seinasta lagi fríggjakvøldið 9. desember.
Startnummur skulu avheintast við Tryggingarfelagið Føroyar leygardagin kl. 12.30. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.
Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.
Frælsur Ítróttur Føroya