Leygardagin 21. januar kl. 12.00 skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 4. umfari av TF Vetrarkappingini í Hvalvík.
TF Vetrarkappingin er rennikapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri, og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.
Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í Klaksvík og 3. umfar í Havn. Tvey tey seinastu umførini verða í februar og mars.
Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Hvalvík leygardagin renna tey hesar teinar:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) – 7,716 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -89) – 7,716 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985-89) – 7,716 km
Gentur og dreingir (f. 1990-94) – 2,572 km
Startur og mál verða við Missiónshúsið í Hvalvík, og byrja øll samstundis.
Rutan gongur frá Missiónshúsinum, suðureftir gjøgnum Hvalvík, eftir landsvegnum til Streymnes og síðani eftir bygdavegnum aftur til Hvalvíkar. Tey vaksnu renna 3 umfør, meðan gentur og dreingir renna 1 umfar.
Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.
Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 20. januar kl. 21.00.
Startnummur verða avheintaðið við Missiónshúsið í Hvalvík leygardagin kl. 11.30. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.
Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.
Støðan í samlaðu kappingini er at finna her (pdf).