Home Komandi tiltøk 5. umfar av Grand Prix renningini hjá FÍF á Vestanstevnu.

5. umfar av Grand Prix renningini hjá FÍF á Vestanstevnu.

by hziska

Rennikappingin í Miðvági, sum eisini er 5. umfar í Grand Prix renningini hjá FÍF, verður leygardagin 12 juli kl. 12.00. Øll eru vælkomin at luttaka, men fyri at telja við í samlaðu støðuni, skal ein verða limur í onkrum av frælsu ítróttarfeløgunum. Barnarenningin verður avgreidd ímeðan tey vaksnu renna.


Aldursbólkarnir í Grand Prix renningini verða hesir:

·       Kvinnur opin bólkur (f. -1992)

·       Menn opin bólkur (f. – 1992)

·       Kvinnur (K45+) f. 1962-1953

·       Menn (M45+) f. 1962-1953

·       Kvinnur (K55+) f. -1952 ella fyrr

·       Menn (K55+) f. -1952 ella fyrr

Bólkarnir í barnarenningini eru sum vit kenna teir frá fyrr:

·       Dreingir/gentur -7 ár (f. 2001 ella seinni)

·       Dreingir/gentur – 10 ár (f. 1998-2000)

·       Dreingir/gentur – 13 ár (f. 1995-1997)

·       Dreingir/gentur – 17 ár (f. 1991-1994)

Tey vaksnu renna 7 kilometrar. Byrjað verður við MB-húsið við fótbóltsvøllin. Runnið verður út á Kumlarnar, síðan verður sneitt til høgru til mann kemur til Hornavegin har sneitt verður til vinstru, niðan brekkuna og allan vegin út á endan á vegnum. Tá runnið verður heimaftur skal sneiðast til vinstru og runnið verður niðan til Mittportur (endan á vegnum) og so sama veg omanaftur móti fótbóltsvøllinum, men tá verður runni heilt út til bátabrúgvarnar, áðrenn runnið verður á mál sum er har sum starturin er.
Børnini renna út á Kumlarnar (500m) og út á Bakka (1000m). Teir báðir yngru bólkarnir renna 500 metrar, og teir báðir eldru 1000 metrar.Møtt verður í við MB-húsið við fótbóltsvøllin í Miðvág. Startnummur verða býtt út frá kl. 11.00. Heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð. Tað verður byrjað stundisliga kl. 12.00 og heiðusmerkjahandan verður kl. 13.15.

 

 

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna, og skal hetta verða gjørt innan fríggjakvøldið 11 juli kl. 22.00. Tilmeldast kann eisini á staðnum frá kl. 11.00 leygarmorgunin. Goldið verður tá startnummarið verður avheintað. Kostnaðurin er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. 

 

 

Vinarliga
Nevndin í Frælsi

0 comment
0

Related Articles