Sløtt og skjót ruta
Leygardagin 25. mars kl. 12.00 verður skipað fyri árligu Várkappingini í Runavík.
Hendan kappingin hevur verið fastur táttur av kappingarskránni fyri frælsan ítrótt seinastu árini. Tey, ið hava roynt seg, hava vanliga fingið eina góða tíð á einari slættari og skjótari 10 km rutu.
Í ár er kappingin eisini seinasta umfar av TF vetrarkappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar skipa fyri.
Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.
Luttøkutreytir
Kappast verður í hesum bólkum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) – 10 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -89) – 10 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985-89) – 10 km
Gentur og dreingir (f. 1990-94) – 5 km
Tilmelding
Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 24. mars kl. 20.00.
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 16.30 kappingardagin.
Bestu tíðirnar á 10 km teininum í Runavík eru annars:
Kvinnur
1 39,51 min Sunnevá Bjarnastein (1999)
1 39,51 min Rigmor N. Arge (2003)
3 42,03 min Borgarhjørt Holm (2002)
4 43,29 min Tordis D. Eiriksfoss (2000)
5 46,11 min Karina Petersen (2001)
6 46,53 min Bjørk Herup Olsen (2004)
7 47,13 min Sigrid Sivertsen (2005)
8 47,17 min Brynhild Absalonsen (2005)
9 49,31 min Sølvá Árnadóttir (2005)
10 49,33 min Annbjørg Abrahamsen (1999)
Menn
1 32,30 min Bogi Lenvig (2002)
2 32,56 min Guttorm Sørensen (2001)
3 33,48 min Hallur Holm (2003)
4 33,49 min Sam Vang (2005
5 34,21 min Sølvi Reinert Hansen (1999)
6 34,36 min Jonhard Larsen (2004)
7 34,49 min Cecil Weihe (2005)
8 34,57 min Albert Marni Joensen (2000)
9 35,12 min Sigurð B. Justinussen (2003)
10 35,20 min Hjalti Gunnarstein (1998)
10 35,20 min Jóan Karl Joensen (2005)