Home Komandi tiltøk Aðalfundurin hjá Bragdinum

Aðalfundurin hjá Bragdinum

by athletic

Bragdið hevur aðalfund í ÍSF-húsinum hóskvøldið tann 22. februar kl. 20.

Skrá sambært lóg felagsins

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin sigur frá farna árinum
3. Framløga av roknskapi
4. Innkomin mál – sí niðanfyri
5. Val av nevnd
a) Næstformaður
b) Skrivari
c) Tiltakslimur
d) Tveir grannskoðarar
6. Ymiskt

Innkomin mál
Nevndin hevur í uppskotið at víðkað nevndarlimirnar frá 3 til 5 limir, t.v.s., at um hetta vinnur frama, skulu tveir nevndarlimir veljast aftrat, umframt omanfyristandandi.

Aftaná formliga aðalfundin verður kunning um ungdómsarbeiðið, orðaskifti um virksemi hjá felagnum og m.a. um Tórshavn Marathon skal halda fram.

0 comment
0

Related Articles