Home Komandi tiltøk Annað umfar av Vetrarkappingini

Annað umfar av Vetrarkappingini

by athletic

Leygardagin 13. januar kl. 11.00 skipar Frælsur Ítróttur Føroya fyri 2. umfari av Vetrarkappingini í Hvalvík.

Talan er um eina vetrarkapping í sjey umførum. Fyrsta umfar var í Havn.

Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Hvalvík leygardagin renna tey hesar teinar:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1961) – 7,716 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -90) – 7,716 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90) – 7,716 km
Gentur og dreingir (f. 1991-95) – 2,572 km

Startur og mál verða við Missiónshúsið í Hvalvík, og byrja øll samstundis.

Rutan gongur frá Missiónshúsinum, suðureftir gjøgnum Hvalvík, eftir landsvegnum til Streymnes og síðani eftir bygdavegnum aftur til Hvalvíkar. Tey vaksnu renna 3 umfør, meðan gentur og dreingir renna 1 umfar.

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 12. januar kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaðið við Missiónshúsið í Hvalvík leygardagin kl. 10.30. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Støðan í samlaðu kappingini er at finna her (pdf).

0 comment
0

Related Articles