Home Komandi tiltøk Árliga Viðareiðis Renningin verður sunnudagin

Árliga Viðareiðis Renningin verður sunnudagin

by Guttorm Sørensen

Sunnudagin 19. august kl. 13.00 skipar Treysti fyri árligu rennikappingini á Viðareiði. Hetta er 8. árið á rað, at Treysti skipar fyri rennikapping á Viðareiði. Undirtøkan hevur øll árini verið góð. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, men eisini onnur hava leitað sær norður til Viðareiðis til hetta altíð hugnaliga rennitiltak.

Kappingarnar byrjað kl. 13.00 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir renna hvør sær, um bólkarnir blíva stórir. 

Bólkarnir í 2012 eru hesir: 
Gentur/dreingir – f.2006 ella seinni – renna 500m 
Gentur/dreingir – f.2004-2005 – renna 500m 
Gentur/dreingir – f.2002-2003 – renna 500m 
Gentur/dreingir – f.2000-2001 – renna 1.000m 
Gentur/dreingir – f.1996-1999 – renna 1.000m 
Kvinnur/Menn – f.1967-1995 – renna 2,7km 
Kvinnur/Menn vet. – f.1957-1966 – renna 2,7km 
Kvinnur/Menn supervet. – f.1956 ella fyrr – renna 2,7 km 

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir verða latin til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki og harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar. 

Tilmelding 
Tilmelding fer fram á staðnum við ein bil frá KBI frá kl. 12.30 sunnudagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi. 

Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna tvær ferðir yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg. 

Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!

0 comment
0

Related Articles