Home Komandi tiltøk Barna- og fjallarenning á ovastevnu sunnudagin

Barna- og fjallarenning á ovastevnu sunnudagin

by Hallur Holm

Í sambandi við ovastevnuna verður skipað fyri renning í Nólsoy sunnudagin 12. august.  Yngru børnini fara at renna styttri teinar í bygdini; elstu børnini og tey vaksnu renna umleið 1,5 km, úr bygdini niðan á Oyggjarmúla.

Hesin teinurin hevur sína serliga søgu. Tí hetta var teinurin manningin á Nólsoyinginum plagdi at renna, tá teir náddu hægstu tindum. Renningin tekur umleið somu tíð at renna, sum tað tekur einum 10-mannafari at rógva 2.00o metrar, og nógvir nólsoyingar vilja vera við, at júst hendan renningin eigur sín part av orsøkini fyri, at Nólsoyingurin stóð seg so væl í mong ár.

Ikki síðani kapprenning bleiv fyriskipað á ovastevnu hevur almenn tíðtøka verið á teininum, og nógvir eru teir, ið siga seg eiga onkra øgiliga tíð niðan á Oyggjarmúla. Men almenna metið er 7.50 min og er tað ein av gomlu rógvarunum umborð á nólsoyinginum, sum eigur tað. Seinni hevur hesin rógvarin lagt seg meira eftir renningini. Er hann nevndur, er hann kanska eisini kendur. Metið hjá kvinnum kenni eg ikki.

Skráin og bólkarnir síggja soleiðis út:

  • kl. 14.00 Børn fødd í 2005 og seinni renna 380 metrar
  • kl. 14.10 Børn fødd í 2004 – 2004 renna 380 metrar
  • kl. 14.20 Børn fødd í 1999 – 2001 renna 760 metrar
  • kl. 14.45 Heiðursmerki til børnini verða handa á Træbrúgv
  • kl. 15.15 Børn fødd 1995-198, opin bólkur vaksin (f. 1994 ella fyrr) veteranar (f. 1967 ella fyrr) renna niðan á Oyggjar múla

Tiltakið verður lagt soleiðis til rættis, at til ber at fara av Havnini við Ternuni kl. 13.00 og fara inn aftur kl. 16.50.

Tilmelding á Kunningarstovuni í Nólsoy á tlf. 327060 ella 527060. Eisini ber til at melda til á staðnum frá kl. 13.00.

Kostnaðurin er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Vælkomin á ovastevnu.

0 comment
0

Related Articles