Home Betri Stórkapping Betri Stórkappingar skotnar ígongd leygardagin 14. mai

Betri Stórkappingar skotnar ígongd leygardagin 14. mai

by Gunnvá Wardum

Leygardagin 14. mai verður ársins fyrsta Betri Stórkapping á breyt. Kappingin er skipað í trimum umførum, sum øll vera á Tórsbreyt. Til hvørja kapping, er møgulleiki at luttaka í sprint, miðteini, lop og kast. Harafturat verður ein langteinakapping til hvørt umfar.
Eftir 3. stórkapping, verður endað við einum afterparty, har heiðursmerki verða handað.

Tað er FíF sum skipar kappingarnar saman við lokalfeløgunum.
Kappast verður hesar dagar, við vertsfelagi í klombrum:

Leygardagin 14. mai (Bragdið)
Sunnudagin 29. mai (Hvirlan)
Mánadagin, 2. hvítusunnudag, 6. juni (Treysti/Roysnið)

Roknast skal tó við, at felagið við høvuðsábyrgdini, kann hava tørv á hjálp frá hinum feløgunum.

Greinarnar, ið kappast verður í leygardagin eru :

– 60m (8-9 ár)
– 100m (10 ár-vaksin)
– 600m (8-13 ár)
– 1000m (14 ár-vaksin)
– bóltkast (børn og 8-9 ár)
– spjót (14 ár – vaksin)
– kúla (10-13 ár)
– longdarlop (8-11 ár og 16 ár-vaksin)
– hæddarlop (12-15 ár)

Meldast skal til her, seinast týskvøldið 10. mai á midnátt.

HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar eru.

0 comment
0

Related Articles