Home Komandi tiltøk Betri VK-3 verður í Kollafirði leygarmorgunin 5. desember

Betri VK-3 verður í Kollafirði leygarmorgunin 5. desember

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 5. desember kl. 11.00 verður triðja umfar í Betri vetrarkappingini hildið í Kollafirði har Bragdið verður fyriskipari.  Tey skriva soleiðis á teirra heimasíðu:

Steðgið á eina løtu og komið við leygardagin 5.december. Gloymið jólastákanina og jólagávur, og stressið av eina løtu, tí vit skipa fyri triðju vetrarkappingini, Betri VK3. Aftur hesa ferð renna vit í Kollafirði.

Øll eru vælkomin við, tí umframt teinin á 10 km fyri vaksin og 3 km fyri børnini, sum telja við í Betri VK3, bjóða vit eisini heilsurenning á 5 km, har øll kunnu renna ella ganga við. Tit, sum vilja verða við til heilsurenningina, kunnu melda til á staðnum. Kostnaðurin er 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Heilsurennarar verða ikki skrásettir.

Byrja verður kl. 11.00 frá Kollafjarðar Skúla og øll renna sama veg, eftir bygdavegnum. 10 km teinurin er út á Sperm og aftur, teinurin á 3 km hjá teimum ungu er yvir til barnagarðin at venda og aftur, og tey sum eru við í heilsurenningini, renna ella ganga yvir til Atlanticpane og venda aftur til startin. Runnið verður niðri á kajuni, so tað slepst undan at renna ov nógv á landsvegnum.

Orsakað av korona, er eingin drekkamuður aftaná, men møguleiki er at skifta í skúlanum. Heiðursmerkjahandanin verður við startin og bert tey, sum eru við í VK3 fáa heiðursmerki.

Sera lætt at melda til ! Farið inn á renn.fo, undir tilmelding og veljið VK 3. Tað loysir seg at melda til áðrenn 4.desember kl. 18, tí tá kostar tað bert 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Um meldað verður til á staðnum til VK3 leygardagin millum 10 og 10.30, kostar tað 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Leinki til tilmeldingina er niðanfyri:

https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1177654/order/info

 

0 comment
0

Related Articles