BETRI VK-3 verður leygardagin í Havn

Skrivað hevur

So er triðja vetrarkappingin á skránni, Betri VK-3, og skipar Bragdið fyri kappingini.  Runnið verður leygarmorgunin 1. desember kl. 11.00. Hetta er samstundis seinasta rennikappingin í 2018.

Runnið verður bæði á asfalti og á gøtunum í náttúruperluni rundan um Svartafoss. Startur og mál eru á Tórsbreyt. Øll eru vælkomin við, børn og vaksin. Ikki bara royndir rennarar, men øll, ið hava hug at renna. Børnini renna eitt umfar, uml. 3,2 km og tey vaksnu renna 10.6 km.


Startur og mál verða á Tórsbreyt

Byrja verður  á breytini og síðani verður farið niðan til rundkoyringina á ringvegnum, framvið Magn og oman eftir ringvegnum. Snarast skal so til vinstru eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skræddaragøtu yvir til Svartafoss og so oman móti Tórsbreyt. Rennast skulu fýra umfør, og fjórðu ferð skal rennast inn aftur á Tórsbreyt á mál.

Aftaná renningina bjóðar Bragdið ein góðan drekkamunn í Fimi, har handan av heiðursmerkjum eisini verður. Í Fimi ber eisini til at skifta áðrenn renningina.

Startnummur kunnu heintast fríggjadagin millum kl. 15 og 17 í húsinum á Tórsbreyt og leygarmorgunin frá kl. 10.00 á sama stað.

Tilmeldingin er klár á renn.fo og meldast kann til á netinum til kl. 23.00 fríggjakvøldið, inni á renn.fo og har skal gjaldast við gjaldskortið. Er tað onkur, sum ikki hevur meldað til fríggjakvøldið, er seinasti møguleikin leygarmorgunin frá 10.00-10.30 og tá skal gjaldast við reiðum peningi.

Vælkomin við til BETRI VK-3, siga tey í Bragdinum og vóna tey at síggja nógvar luttakarar.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*