BETRI VK-5 og FM í Lendisrenning

Skrivað hevur

Leygarmorgunin 8.februar kl. 11.00 skipar Bragdið fyri fimta umfar í BETRI vetrarkappingini, sum aftur í ár verður runnið í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri Studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrir metrar av asfalti verða undir fótunum.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna seks umfør, umleið 8 km. Børnini renna somu rutu, men tvey umfør, sum er umleið 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.

Skift verður í Fimi í Gundadali, beint við Tórsvøll. Har bjóðar Bargdið ein góðan drekkamunn aftaná, og har verður heiðursmerkjahandanin eisini. Vit vilja heita á tykkum at fara væl um og ikki at draga skitnu skógvarnar inn við.

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr, og gjaldast skal við reiðum peningi.

Startnummur skulu heinast leygarmorgunin frá kl. 10 uttan fyri Studentaskúlan.

Vælkomin í Hoydalar.

Comments are closed.