BETRI VK-7 verður í ár fyriskipað av FÍF og Hvistuni, ið er felagið í Suðuroynni.
Í ár verður kappingin gjøgnumførd í Vági, har teinurin verður runnin av Vágseiði (við ítróttarhøllina) út gjøgnum bygdina, út á Nes og so inn aftur til Vágs og endað verður á Vágseiði.
Teinurin er meinlíkur honum, ið bleiv runnin í 2018, tá ið VK-7 eisini var í Vági.
Tey íðkandi kunnu skifta í hølunum á Eiðinum, og har eru sjálvandi eisini brúsur.
Eftir tiltakið er ein kaffimuður og heiðursmerkjahandan á skránni.
Til tey ið ferðast suður, so fer Smyril kl. 11.00 av Havnini og er á Tvøroyri kl. 13.00. Og siglur Smyril norður aftur av Tvøroyri kl. 17.30.
Kappingin byrjar kl. 14.00.
Aldursbólkarnir eru somu, sum til undanfarnar VK-kappingar.
Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo.
FíF og Hvistan