Home Komandi tiltøk Betri VK4 í Sørvági leygardagin 15. januar

Betri VK4 í Sørvági leygardagin 15. januar

by Sølvi Reinert Hansen

Nú leygardagin 15. januar verður fjórða umfar av Betri Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Frælsi verður vertur. Sjálv rennikappingin verður skotin í gongd klokkan 11.00.

Vegna COVID-19 verða ongin skiftingarmøguleikar.

Runnið verður frá Sørvágs Kirkju út eftir fjørðinum til Bíggjar. Vent verður beint eftir Bø. Runnið verður heim aftur til Sørvágs, har málið er sama stað sum starturin.

Renniteinurin hjá gentum og dreingjum er 3 km. Tey byrja saman við teimum vaksnu, men venda eftir 500 m. Teinurin hjá teimum vaksnu er beint undir 9 km. Møguligt verður eisini hjá motionistum at renna 5km.

Skráseting byrjar kl. 10.00 við kirkjuna, og renningin verður sett ígongd kl. 11.00

Vegna COVID-19 verður mælt til at skráseta seg áðrenn fríggjakvøldið kl. 24.00. Goldið verður tá online. 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn. Skráseting fer fram HER.

Frælsi bjóðar suppu og drekkamunn eftir kappingina.

Kappast verður í hesum bólkum:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2005)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1967-1976)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1957-1966)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1956 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2001-2005)
-Gentur / Dreingir (f. 2006-2010)

0 comment
0

Related Articles